* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Leitar eftir skipasmiðju uttanlands

Skipasmiðjan Mest leitar enn eftir einari skipasmiðju uttanlands, sum kann smíða skrokkin til føroyska havrannsóknarskipið.

Skrokkurin skal vera liðugur á sumri 2019. Síðani verður skipið gjørt liðugt á Skála. Tað skal vera liðugt á sumri 2020.

Løgtingið samtykti 25.august at byggja havrannsóknarskip.

Skipið skal kosta í mesta lagi 307,6 mió. kr. Tá er stuðulin til skipasmiðjur taldur við.

Sáttmálaprísurin er stívliga 277 milliónir, og stuðulin er átta prosent av tí, tað eru 22 milliónir krónur. 

Landsstýrið hevur gjørt sáttmála við Mest um at byggja skipið.

Kelda: kvf.fo