
Eitt skip undir Panama-flaggi, lastað við sementi, sakk týsdagin í Taiwansundinum á veg úr Vjetnam til Taiwan. Manningin var upp á 17, men bara fimm eru bjargað. Skip og tyrlur leita eftir hinum 12 av manningini.
Bæði skip og bátar leita eftir teimum, sum ikki eru komin afturíaftur enn.
Tað eydnaðist eftir øllum at døma teimum 12, sum leitað verður eftir, at koma í bjargingarbátarnar, men myndugleikarnir í Taiwan siga, at bjargingarbátarnir síðan er sæddir tómir.
10.000 dwt. stóra Xing Shun no 1, sum varð smíðað í 2014, sekk maskinskaða mánadagin, áðrenn tað sakk týsdagin eystan fyri Changhua-veitina í Taiwansundinum.
Kelda: TradeWinds