* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Margrethe Fighter.

Tveir av manningini vórðu bjargaðir upp úr ísakalda sjónum í havnini í Trelleborg í Svøríki í gjár, eftir at gróparin ella dýpingarskipið, Margrethe Fighter, brádliga hovldist. Men tað er ikki eydnast kavarum at finna triðja mannin, sum er dani. Margrehe Fighter liggur nú við botninum upp úr sjónum í havnini í Trelleborg.

 

Ísur í havnini gjørdi bjargingararbeiðið hjá kavarunum trupult, sigur bjargingartænastan við SVT, og bjargingararbeiðið mátta steðga kl. 15.30. Eftir tað boðaði bjargingarleiðarin, Martin Von Gertten, frá, at eitt fólk framvegis er saknað.

 

Margrethe Fisker var í ferð við at dýpa havnina, tá vanlukkan hendi. Enn verður onki sagt um, hvør orsøkin til vanlukkuna mundi vera.

 

- Teir báðir bjargaðu menninir vóru ógvuliga kaldir og illa fyri, men høvdu framvegi vitið, segði Jørgen Nilsson, CEO í Trelleborg Hamn AB, við Maritime Danmark seinnapartin mikudagin.

 

Reiðaríið, Peter Madsen, Skanderborg, eigur skipið, og stjórin, John H. Madsen, váttaði seinnapartin í gjár, at vanlukkan var hend.

 

Kelda: Maritimedanmark



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=SXuADUh1Y_I&t=35s]
Sjónbandaupptøkur av arbeiðnum hjá Margrethe Fighter í Trelleborg havn.