* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eldurin kyknaði í maskinrúminum á frálandsskipinum, Greatship Rohini.

Leitað verður eftir trimum sjófólkum úr India, eftir at eldur kom í frálandsskipið, tey vóru við, leygardagin. Skipið, Greatship Rohini, var statt í Arabiska Havinum, einar 90 fjórðringar úr indisku strondini við Mumbai, tá eldur kuknaði umborð.

 

Umborð á frálandsskipinum vóru 18 sjófólk, fimtan teirra vórðu bjargaði.

 

Fleiri skip vóru stødd í økinum og sigldu beinanvegin móti indiska frálandsskipinum at bjarga manningini. Eitt skip frá indisku sjóverjuni var eisini teirra millum, ið fór til hjálpar, og hetta skipið hjálpti millum annað til við eldsløkkingini.

 

Ein av bjargaðu manningini var so illa á holdum komin, at hann varð flogin í land, har hann varð innlagdur á sjúkrahús beinanvegin.

 

Niðanfyri eru sjónbandaupptøkur frá sløkkiarbeiðnum.

 

Kelda: Maritimedanmark



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=tmrz9CiCmhk]
Sjónbandaupptøkur av sløkkiarbeiðnum.