* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
MSC Zoe, sum er eitt av heimsins størstu bingjuskipum, hevur mist millum 250 og 300 bingjur í Norðsjógvin í ódnarveðri.

Leita eftir flótandi bingjum í Norðsjónum

Um tær ikki longu er soknar, so liggja út við 300 bingjur frá einum av heimsins størstu farmaskipum og reka í Norðsjónum. Bingjuskipið, MSC Zoe, sum heimsins næststørsta reiðarí eigur, misti út við 300 bingjur í havi 2. januar.

 

Í fyrstu atløgu boðaði reiðaríið frá, at skipið hevði mist 30 bingjur, men í gjár, hósdagin, boðaði MSC frá, at talan er um 270 bingjur.

 

Danska blaðið Søfart skrivar, at av tí at bingjurnar kunnu vera til vanda fyri smærri skip og bátar, eru týska og hollendska bjargingartænastan í ferð við at finna útav, hvar bingjurnar eru. Tað frættist, at einar 20 bingjur er riknar í land á hollendsku oyggjunum Vlieland, Terschelling og Ameland.

 

MSC Zoe var á veg frá Atnverpen til Bremerhaven, tá tað rendi seg í ódnarveðrið.

 

MSC Zoe er eitt av heimsins størstu bingjuskipum. Tað hevur pláss til 19.224 TEU, og er 395 metrar langt.

 

Kelda: Søfart/Maritime Bulletin