* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Spildurnýggja framkomna kaðalskipið, Leonardo da Vinci.

Í august í ár handaði Vard Brattvaag AS í Noregi serútgjørda nýbygningin, Leonardo da Vinci, til italsku Prysman Group.

 

Skipið skal bæði leggja kaðalar og grava niður kaðalar og annað. Til hetta hevur skipið serútgjørd amboð. Sambært Prysmian Group er slóðbrótandi útgerð sett umborð á skipið, sum ger tað til framkomnasta kaðalskipið í heiminum.

 

Leonardo da Vinco kemur at geva Prysman Group møguleika at bjóða upp á breiðari og fjølbroyttari arbeiðir sum heild.

 

Skipið hevur eitt nýtt ættarlið av kaðaltøkni við lættari tilfari. Tað kann leggja kaðalar niðri á 3.000 metrar dýpi, tað hevur tvær karrusellir upp á 7.000 og 10.000 tons, tvær sjálvstøðugar linjugreinar, togorku upp á 180 tons o.s.fr.

 

Tá Leonardo da Vinci varð handaður eigarunum, fór hann beinleiðis í arbeiði við at leggja heimsins longsta kaðal, Viking Link, millum Bretland og Danmark.

 

Kelda: Maritimt.com