* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Lauritzen tekur seg úr P&I-klubbanum

Eftir limaskap í mong ár er J. Lauritzen eftir øllum at døma í ferð við at taka seg úr P&I-klubbanum West of England Ship Owners Mutual Insurance Association til fyrimun fyri aðrar klubbar. Reiðaríið vil ikki grundgeva skiftið.

Leysatíðindini um skiftið koma stutt fyri árligu endurnýggingina av P&I avtalunum, og væntaða skiftið hjá reiðarínum J. Lauritzen verður fylgt við stórum spenningi ikki minst orsakað av, at Lauritzen í mong ár hevur hevur sitið í nevndini í West of England.

Roknað verður við, at J. Lauritzen fer at flyta skip síni til P&I klubbarnar Britannia og North of England.

Varaformaðurin í reiðarínum, Jens Søndergaard, sum hevur ábyrgdina fyri trygging og jura, vil ikki grundgeva flytingina fyri TradeWinds.

Kelda: TradeWinds