* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Lakasta framgongdin hjá Kina í 27 ár

Vøksturin hjá Kina annan ársfjórðing var tann lakasti í 27 ár. Annan ársfjórðing vaks bruttotjóðarúrtøkan við 6,2 prosentum, og tað er tað minsta í sløk trý áratíggju, skrivar Reuters-tíðindastovan.

 

Kinverjar noyðast at venja seg við, at ferðin á búskapinum er minka. Rúkandi framgongdin er nú fortíð.

 

Handilskríggið millum Kina og USA hevur við sær, at serliga nógv eygu eru vend móti kinverska búskapinum. Kina og USA hava heimsins størstu búskapir – USA hevur størsta búskapin.

 

Tey 6,2 prosentini eru ein afturgongd frá fyrsta ársfjórðingi, tá búskapurin vaks við 6,4 prosentum. Greinarar rokna kortini við, at Kina framhaldandi fer at royna at vaksa búskapin.

 

Grundin til afturgongdina sigst vera minni eftirspurningur eftir kinverskum vørum í útheiminum.

 

Í 2018 var samlaði búskaparvøksturin upp á 6,6 prosent, og tað var eisini tann lægsti í trý áratíggju.

 

Kelda: Reuters/Shippingwatch