* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Sirið Stenberg, landsstýriskona í orkumálum.

Lættari at velja grønar loysnir

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orkumálum, hevur fingið undirtøku fyri at góðkenna serligan elprís til hitapumpur og elbilar. Hetta fyri at eggja til at flyta orkunýtsluna frá olju og bensini til el.

Samgongan setti í samgonguskjalinum framsøkin mál á orkuøkinum fram ímóti størri gagnnýtslu av varandi orkukeldum.

Hesi mál eru til fyrimuns á fleiri økjum: Við at minka oljunýtsluna munandi fylgja vit alheimsgongdini móti at minka um útlátið av veðurlagsgassum, sum hava so vanlukkuligar fylgjur fyri umhvørvið. Gagnnýtsla av okkara egna orkutilfeingi sleppur okkum undan stórum upphæddum til innflutning av olju. Haraftrat verða sveiggini í orkuútreiðslum munandi minni við at brúka okkara egnu orkukeldur.

Skiftið er í tveimum sporum.

Tað eina er, at orkunýtslan á landi, har upphiting av húsum og bygningum skal grundast á varandi orku. Tað sama skal ferðslan.

Hitt sporið er, at elframleiðslan bara skal grundast á varandi orku.

Nøkur stig eru tikin til, at tað skal vera lættari at fáa sær grønar loysnir, eitt nú við afturbering av meirvirðisgjaldi fyri hitapumpur og fyri el- og vetnisbilar. Broytingin í elveitingarlógini, sum nú er samtykt, gevur møguleika fyri, at streymprísurin lækkar fyri hitapumpur og elbilar, so raksturin verður bíligari.

Vónandi fer hetta at skunda undir orkuskiftið. Tess meira verður skift frá olju til el, tess størri grundarlag er fyri at útbyggja framleiðsluna úr varandi orku. Næstu útbyggingarnar av elframleiðsluni verða uppseting av fleiri vindmyllum og pumpuskipan at gagnnýta vatnorkuna meira. Eisini hevur eitt størri kundagrundarlag við sær betri gagnnýtslu av elkervinum og er tí við til at tálma øllum elprísunum.

Kelda: Heilsu- og Innlendismálaráðið