* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Tilvildarliga vald mynd.

60 prosent av kvinnunum, sum vóru við í eini kanning um mentanina umborð á handilsskipum, hava verið fyri mismuni grundað á kyn teirra. 1.128 kvinnur vóru við í kanningini, sum Wista hevur gjørt í samstarvi við ICS.

 

34 prosent av teimum spurdu kendu seg settar til síðis orsakað av kyninum, meðan 29 prosent hava upplivað ágang og happing umborð.

 

- Kvinnulig sjófólk hava uppiborið virðing og eitt trygt arbeiðsumhvørvi. Tí er alstórur tørvur á einum meira inkluderaðum umhvørvi til sjós, sigur Sanjam Sahi Gupta, sum stovnaði WISTA India, og sum er samformaður fyri WISTA International Diversety Committee.

 

- Kanningin avdúkar tøl fyri kvinnur, tøl, sum ikki kunnu góðtakast. Tær eru fyri kynsmismuni, ágangi og happing til sjós, sigur Sanjam Sahi Gupta.

 

Gott og væl 90 prosent av kvinnunum í kanningini starvast umborð á reikferðaskipum.

 

Danska Sjóferðslustýrið er í løtuni í holt við at kanna happimentanina umborð á donskum skipum.

 

Kelda: Maritimedanmark