* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Her sæst kúlubøkan lenda á einum frítíðarbáti.

Embætisfólk mæla til ansni eftir at eitt sjónbandabrot vísir eina kúlubøku lenda á einum frítíðarbáti.

 

Umhvørvisfelagsskapir í Massachussetts mæla fólki at vísa ansni, tá bátar og onnur siglandi før eru í sama øki sum kúlubøkur, eftir at ein kúlibøka lendi á einum 19 fót frítíðarbáti nærindis havnini í Plymouth sunnudagin.

 

Tíbetur fekk eingin skaða í hendingini, og báturin fekk lutfalsliga lítlan skaða. Enn veit eingin nakað at siga um, hvat hendi kúlubøkuni.

 

Havnarstjórin í Plymouth hevur boðað umhvørvisløgverjuni í Plymouth frá hendingin fyri at kanna, um umhvørvis-djóraverndarlógin á nakran hátt var brotin í sambandi við hendingina.

 

Kelda: gCaptain



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=5LT4bE6vXc8]
Stórhvalur loypur upp á bát.