* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt av mongu reikferðaskipunum hjá Royal Caribbean.

Næststørsta krúsreiðarí-samtakið í heiminum, Royal Carrebean, hevði eitt risahall í koronuárinum 2020 upp á 35 milliardir krónur. Árið fyri hevði sama samtakið metstórt avlop upp á 1,9 milliardir krónur.

 

- Harðasta árið í søguni hjá Royal Carrebean, sigur reiðaríið um velduga hallið í 2020, tá flotin lá svínabundin síðani mars orsakað av koronufarsóttini.

 

- Covid-19 farsóttin hevur eina pínufulla ávirkan á okkara heim og handil. Hetta er uttan samanbering størsta kreppan í søgu okkara, sigur Richard Fain, CEO í Royal Caribbean Cruises, í einari fráboðan í sambandi við ársroknskapin.

 

Í 4. ársfjórðingi hevði felagið eitt hall upp á 1,4 milliardir dollarar. Sama tíðarskeið árið fyri hevði felagið eitt yvirskot upp á 300 milliónir dollarar.

 

Hóast ótryggu viðurskiftini á reikferðamarknaðinum, fer Royal Caribbean at taka ímóti tveimum nýbygninum í ár. Annað er Odyssey of the Seas, sum er við at verða liðugt smíðað á týskari skipasmiðju, og hitt er Silver Dawn, sum verður smíðað í Italia.

 

Kelda: Maritimedanmark