* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Fríggjadagin 16. september gevur Marstal Søfartsmuseum út bókina “Innilæst á Java – krigssiglarnir við Jane Mærsk. Anne Schwartz Hansen hevur skrivað bókina. Hon er dóttir Lars Hugo Larsen, sum var maskinmeistar umborð á skipinum, og varð søktur við tí uttan fyri strondina á Java.

 

Eftir at skipið var søkt, helt manningin upp á 29 til restina av tíðini á oynni, uttan nakað samband við familjurnar í Danmark.

 

Lars Hugo Larsen kom heim í 1945 sum ein traumatiseraður maður, sum einki vildi siga um upplivingarnar hesa tíðina – sum vanligt var tá á døgum.

 

Tøgn hansara var duldarfull fyri familjuna, men við nýggju bókini geva gjølligu kanningarnar hjá dóttrini lesaranum innlit í tær upplivingar, sum donsku krígssiglarnir høvdu tey fýra árini á Java.

 

Kelda: Marstal Søfartsmuseum