* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Farmaskip í Suezveitini.

Ein av mest nýttu farleiðum í heiminum, Suezveitin, verður frá 1. februar 2022 seks prosent kostnaðarmiklari at sigla í gjøgnum.

 

Tað skrivar millum onnur gCaptain og Søfart.

 

Kostnaðarhækkingin kemur í gildi í februar 2022, og fer at galda øll skip uttan reikferðaskip og skip, sum ferma LNG-brennievni.

 

- Grundin til at kostnaðurin ikki hækkar fyri reikferðaskip er, at tann vinnan hevur verið harðast rakt av covid-19-farsóttini samanborið við aðrar skipavinnur, sigur stjórin hjá Suez-myndugleikunum, Osama Rabea.

 

Tá tað snýr seg um skip, sum ferma LNG-brennievni, er støðan ein onnur. Her fylgja myndugleikarnir alla tíðina við, hvussu leikur fer, og í hesi vinnuni er avsláttartakstirnir júst  broyttir.

 

Osama Rabea sigur, at høvuðsorsøkin til kostnaðarhækkingina er alheims búskaparstøðan og útreiðslur í sambandi við navigasjónstænastur.

 

Kelda: gCaptain / Søfart