* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Norska verjan væntar at fáa Helge Ingstad upp aftur av havsins botni í viku 49.

Kostnaðarmikið at bjarga norska “Helge Ingstad”

Enn er ógreitt, hvør skal gjalda rokningina fyri at bjarga norsku fregattuni, KNM Helge Ingstad, upp aftur av havsins botni.  Fregattin sakk herfyri eftir ein samanstoyt.

 

Skipsrevyen sigur, at at sambært norskað blaðnum VG, fer tað at kosta slakar 55 milliónir danskar krónur at bjarga fregattuni. Útrokningarnar skal norska verjan hava gjørt.

 

Tað er norska felagið Boa Management, sum hevur fingið sáttmálan um at hevja og sleipa skipið til Haakonsvern.

 

Norska vHelge Ierjan váttan fyri VG, at í hesari upphædini er ikki roknað við gjaldi til tey mongu, sum vóru við í bjargingararbeiðinum á staðnum, tá óhappið hendi.

 

Norska verjan roknar við, at bjargingararbeiðið kann vera liðugt í viku 49. Tekur arbeiðið longri tíð enn væntað, hækkar kostnaðurin fyri bjargingararbeiðið samsvarandi.

 

Kelda: Skipsrevyen