
Umborð á týska reikferðaskipinum, Mein Shiff 2, hava tey staðfest, at fýra ferðafólk hava koronusmittuna, og í alt 24 fólk er koyrd í sóttarhald á Gran Kanaria.
Einasta staðið í heiminum, har reikferðaskip sigla við ferðafólki á opnum havi, er kring Kanarisku Oyggjarnar. Talan er um stuttar reikferðir upp á eina viku hvør, og skift verður millum ymsu kanarisku oyggjarnar.
Koronuroyndir verða tiknar, beint áðrenn fólk fara umborð, og nøkur reiðarí hava beinleiðis royndarmiðdeplar umborð á skipunum. Á tann hátt kunnu koronuroyndir verða tiknar av ferðandi og manning alla tíðina, um tørvur er á tí.
Kortini hevur tað eftir øllum at døma eydnast korunu at sníkja seg umborð á Mein Shiff 2, sum TUI-samtakið eigur.
Tað srivar danska tíðindabrævið, Trends-and-Travel.
Beint áðrenn vikuskiftið vórðu fýra ferðafólk staðfest við koronusmittuni, og tey vórðu alt fyri eitt koyrd í avbyrging umborð. Seinni vórðu tey koyrd í land á Gran Kanaria, har tey eru farin í sóttarhald saman við 20 øðrum, har illgruni eisini eru um koronusmittu.
TUI Cruises upplýsa, at hini 1.000 ferðafólkini eisini hava tikið koronuroynd, og tær vóru allar negativar.
Kelda: Søfart