* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt av stóru bingjuskipunum hjá kinesiska reiðarínum, Cosco.

Korona: Bingjureiðarí mistu 35 prosent av partabrævavirðinum

Bingjureiðarí sum Maersk og Cosco hava mist stórar partar av partabrævavirðunum undir koronakreppuni. Síðani er nakað vunnið innaftur, vísir ein gjøgnumgongd hjá Alphaliner.

 

A.P. Møller-Mærsk hevur mist út við ein triðing av partabrævavirðinum fyrsta hálvár 2020 orsakað av Covid-19-avleiðingunum.

 

Tað vísa útrokningar hjá Alphaliner.

 

“Hjá leiðandi bingjureiðaríum eru millum 10 og 35 prosent av partabrævavirðinum horvið,” skrivar ráðgevarahúsið.

 

Danska A.P. Møller-Mærsk hevur merkt korona-fepurin á partabrævavirðinum, sum var uppá 4.976 krónur hin 23. mars, og tað er eitt fall uppá 49 prosent síðan ársbyrjan.

 

Hjá kinesiska Cosco er partabrævavirðið fallið við 45 prosentum, tá tað var lægst, men nú er virðið batnað, so tað nú liggur 35 prosent undir tí, tað var við ársbyrjan.

 

Shippingwatch skrivar, at reiðarí, sum bara ferma bingjur í mun til til dømis Maersk, sum eisini fermir nógv annað, og tí merkti minni “volatilitet” – ella smærri sveiggj undir farsóttini. OOCL, Evergreen, Wan Hai og Yang Ming komu kortini lutfalsliga betur frá fyrstu seks mánaðunum av 2020.

 

Reiðaríini í Asia eru komin skjótari fyri seg enn reiðarí aðrastaðni í heiminum.

 

Kelda: ShippingWatch