* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Kleven Skipasmiðjan í Noregi.

Kleven-skipasmiðjan á húsagang: 400 fólk uppsøgd

Arbeiðsfólkini á norsku Kleven-skipasmiðjuni hava fingið at vita, at 400 teirra verða uppsøgd. Tey, sum skulu halda fram í eina tíð í hvussu er, fáa boð fyrsta dagin.

 

Tað verður áhaldandi arbeitt við at finna eina loysn á trongu fíggjarstøðuni hjá Kleven-skipasmiðjuni, sum í løtuni verður viðgjørt sum trotabúgv, men enn torir eingin at siga, hvør endin verður.

 

Eitt minstamark av arbeiðsfólkum skulu tryggja, at tvey skip, sum eru í gerð, skulu smíðast liðug, upplýsir sakførarin, sum hevur búgvið um hendi.

 

Kelda: Maritime Danmark