
Amerikanski flotin er vanliga ógvuliga varin við at úttala seg um, hvar kjarnorkuriknu kavbátarnir hjá USA eru staddir. Kavbátar, sum eru útgjørdir við langtrøkkandi rakettum, ið kunnu røkka um allan heim. Men seinastu 14 dagarnar eru tveir slíkir kavbátar brádliga komnir til sjóndar.
Fyrra ferðin var fyri 14 døgum síðan, tá USS West Virginia – tungt lastaður við langtrøkkandi rakettum – brádliga vísti seg í Arabiahavinum. Seinni kavbáturin er USS Rhode Island, sum í vikuskiftinum kom til bretsku flotastøðina í Gibraltar.
Kavbátarnir eru báðir av Ohio-slagnum, sum hava við sær upp í 20 Tridens-rakettir, ið hava 17 kjarnorkuløðingar hvør, og sum kunnu skjótast móti hvør sínum máli.
Endamálið við so nógvum kjarnorkuvápnum umborð á kavbátum er at gera tað trupult hjá fíggindanum við sonevndum snarálopum, tá fíggindin ikki veit, hvar kavbátarnir eru staddir.
Kelda: Maritimedanmark