* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Grafisk tekning av kjarnorkuriknum skipi.

Hóast ríkisleiðararnir langt síðan vóru farnir heim aftur við privatu jetflogførum sínum, helt kjakið á veðurlagstoppfundinum COP26 fram í skotska býnum Glasgow. Á sjóvinnuøkinum eydnaðist tað kjarnorkustrembarum at fáa kjarnorkurikin skip aftur á skránna.

 

Kjarnorkufjepparar fingu vind í seglini, tá amerikanska veðurlags-sendinevndin við fyrrverandi uttanríkisráðharranum, John Kerry á odda, á einum tíðindafundi mánadagin róði fram undir, at farmavinnan átti at tikið kjarnorkumegi aftur til umhugsunar.

 

- Kerry hevur 100 prosent rætt, kjarnorka er tryggasta og mest álítandi orkukeldan, sum finst, sigur Mikal Bøe, CEO í Core Power, sum mennir kjarnorku til nýtslu umborð á sivilum handilsskipum.

 

- Kjarnorka er einasta sanna null-útlátstøknin, sum finst, og við “molten salt-reaktorum” fáa vit allar fyrimunirnar til hálvan prís, sigur Mikal Bøe.

 

Hetta er eitt av teimum feløgum, sum er komið longst í at menna kjarnorkuframdrátt til sivil skip. Ein marknaður, sum danska Seaborg Technologies eisini hevur sýnt áhuga.

 

Core Power hevur sambært egnum upplýsingum samband við eina røð av reiðarum, sum kundu verðið áhugaðir í at gera íløgur í kjarnorkuframdrátt.

 

Kelda: Maritimedanmark