
Eitt løðitorn á bryggjuni til fyrstu ravmagns-ferjuna í Nordlandi í Noregi er so lítið estetiskt, at lokalpolitikarar nokta fyri at lata tað gera á bryggjuni.
Talan er um nýggju ravmagnsferjuna, MF Heilhorn, sum skal reka farleiðina millum Horn og Andalsvågen. Kommunan á staðnum noktar fyri, at løðitornið verður sett upp á bryggjuni, eitt løðitorn, sum skal geva ferjuni streym.
Tað skriva NRK og Skipsrevyen.
- Bryggjan er eitt mentunarminni. Tað er sjálvt portrið inn í Helgeland og tískil eitt týdningarmikið “úttrykk” fyri økið.
Tað sigur borgarstjórin í Sømna, Hans Gunnar Holand, við NRK.
Tað var í august í fjør, at formansskapurin í Sømna noktaði at seta eitt 11 metrar høgt løðitorn á gomlu bryggjuna í Vennesund.
Stein Andre Herigstad-Olsen, sjóflutningsstjóri hjá reiðarínum, Torghatten, sum skal reka ravmagnsferjuna, sigur, at løðitornið er ein jalig ímynd av framtíðini, og nakað, vit eiga at tola.
- Løðitornið á ferjubryggjuni er liður í neyðugari menning til grøna umskiftið. Tað er beinleiðis tekin um menningina í grøna umskiftinum, sigur hann við NRK.
Kelda: NRK og Skipsrevyen