
Nú eru kinverskar skipasmiðjur undir trýsti av fallandi bíleggingum. Fyrra hálvár í ár fingu skipasmiðjurnar í Kina 41,3 prosent færri bíleggingar enn sama tíðarskeið í fjør. Kortini er Kina framvegis heimsins størsta skipasmiðjutjóð.
Ein stórur partur av skipunum, sum verða smíðað í Kina, verða seld av landinum, tað snýr seg serliga um bulkskip, tangaskip og gasstangaskip.
Samlaða virðið av kinverska skipaútflutninginum var 10,4 milliardir dollarar fyrsta hálvár í ár, og tað er eitt fall upp á 5,7 prosent samanborið við fyrra hálvár í 2020.
Uppgerðin hjá China Association of the National Shipbuilding Industry vísir eisini, at kinversku skipasmiðjurnar fyrra hálvár samanlagt smíðaðu skip við eini orku upp á 18,5 milliónir DWT, eitt fall upp á 11,6 prosent samanborið við somu tíð í fjør.
Kelda: Maritimedanmark