* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Kina økir oljuinnflutningin av bíligari olju úr Russlandi

Kinesiski innflutningurin av bíligari russiskari olju við tangaskipum er við 1,1 milliónum føtum um dagin á veg móti meti í mai. Innflutningurin var annars skorin niður av ótta fyi, at umheimurin vildi sæð tað sum at stuðla Putin, samstundins sum Vesturheimurin minkar oljuinnflutningin úr Russlandi.

 

Kina ger sær dælt av møguleikanum at samráða seg til sera góðar oljuprísir, sum Russland fyrr setti av til feløg í Vesturheiminum. Tað er grundin til, at influtningurin í mai nærkast meti við 1,1 milliónum føtum um dagin – nógv meira enn 1. ársfjórðing.

 

Umframt innflutningin við tangaskipum fær Kina umleið 800.000 føt av russiskari oljum gjøgnum rørleiðingar. Samlaði innflutningurin úr russland er slakar 2 milliónir tunnur um dagin, og tað er umleið 15 prosent av samlaða eftirspurninginum hjá Kina.

 

Fyri Russland merkir stóri útflutningurin til Kina, at Russland her fær eina stóra hjálp fyri mista oljuútflutningin til t.d. Vesturevropa – hóast russiska oljan verður seld fyri 29 dollarar minni í dag enn áðrenn innrásina í Ukraina.

 

Kelda: gCaptain