* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Xi Jinping og Donald Trump til galladøgurða á G20-toppfundinum í Buenis Aires í Argentina.

Kina og USA steðga nýggjum tollhækkingum í 90 dagar

Amerikanski forsetin, Donald Trump, og kinesiski leiðarin, Xi Jinping, hava gjørt av at steðga øllum nýggjum tollhækkingum í 90 dagar fyri at geva pláss fyri fleiri samráðingum.

 

Á G20-toppfundinum í Buenos Aires í Argentina boðaði Donald Trump frá, at hann ikki, sum ætlað, fór at seta í verk nýggjar tollhækkingar fyri 200 milliardir dollarar upp á kinesiskar vørur. Tað hevði verið ein tollhækking úr 10% upp í 25% tann 1. januar 2019.

 

USA boðar eisini frá, at Kina fer at keypar stórar nøgdir av landbúnaðarvørum, ídnaðarvørum og orkuframleiðslum frá USA komandi tíðina.

 

Samstundis boðar Kina frá, at partarnir eru samdir um at lata marknaðirnar upp. Talan er sostatt um eina fyribils “vápnahvíld” í handilskrígnum.

 

Hetta var fyrsti fundurin millum leiðararnar í Kina og USA, síðani handilskríggið byrjaði fyrr í ár.

 

Kelda: BBC