* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Kinesisku myndugleikarnir hava tægað sundur ein olju-smuglararing, sum var í ferð við at smugla 1 millión tons av reinsaðum oljuframleiðslum við einum virði upp á 4,8 milliardir krónur. Hald er lagt á 11 skip, og 171 fólk eru handtikin.

 

Tollarar og løgverja tóku í alt 14 smuglara-harkalið í átta ymskum økjum í Kina. Tað er ógreitt, um harkaliðini vóru í holtur við at smugla olju inn ella út úr Kina. Kina er størsti oljuframleiðarin av reinsaðum oljuframleiðslum í Ásia.

 

Tollmyndugleikarnir siga um átakið, at talan var um mest umfatandi átak í stríðnum móti smugling av oljuframleiðslum fram við landsynningsstrondini í Kina seinnu árini.

 

Kelda: gCaptain