
Mangar ymiskar royndir verða gjøgnum ár og dag gjørdar fyri at smugla kokain og onnur rúsevni við farmaskipum. Men tað eydnaðist ikki at lumpa spanskar tollarar, tá kavarar funnu 200 kilo av kokaini, sum var goymt í kølivatnsinntakinum á ein Bulkskipi.
Bulkskipið Nord Mamore kom í havn í Santa Cruz á Tenerife at bunkra - fulllastað við maisi, áðrenn tað skuldi víðari til Lisabon.
Men tíðliga um morgunin fríggjadagin 5. august fóru tollarar og løgverja sum lið í einari rúsevnisherferð umborð á Nord Mamore. Við sær høvdu teir eitt serligt kavaratoymi, sum kannaðu skrokkin á Nord Mamore væl og virðiliga.
Goymt í kølivatnsinntakinum funnu kavararnir átta pakkar við í alt 200 kilo av kokaini, sum á gøtuni í Spanina hevur eitt virði upp á umleið 60 milliónir krónur, skrivar Maritime Executive.
Kelda: Maritimedanmark/Maritime Executive