* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Koreiska stórreiðaríið, HMM, bíleggur nú 20 nýggj farmaskip, teirra millum 12 risaskip, sum koma í beinleiðis kapping við skip hjá Mærsk.

Kappingarneyti hjá Mærsk bíleggur 12 risaskip

Koreiska HMM bíleggur 20 nýggj bingjuskip, teirra millum eru 12 upp á 23.000 TEU. Øll á suðurkoreiskum skipasmiðjum.

 

Útlutingin av hvar, nýggju skipini hjá einum av kappingarneytunum hjá Mærsk, Hyundai Merchant Marine (HMM), skulu smíðast, er nú avgjørd.

 

Sambært Splash hevur HMM bílagt átta skip uppá 14.000 TEU hjá Hyundai Heavy Industries, sjey uppá 23.000 TEU hjá Daewoo Shipbuilding & Marine Engineering, og fimm skip aftrat uppá 23.000 TEU hjá Samsung Heavy Industries.

 

Tey tólv 23.000 TEU-skipini skulu sigla á leiðini Asia-Evropa, ímeðan smærru skipini uppá 14.000 TEU skulu sigla í Kyrrahavinum.

 

Tær tjúgu bíleggingarnar eru partur av einum hjálparpakka, sum koreiska stjórnin veitir neyðstædda shipping- og skipasmiðjuídnaðinum í Suðurkorea. Søfart skrivar, at hjálparpakkin inniheldur 200 nýbygningar fram til 2020. Talan er um 140 turrfarmaskip og 60 bingjuskip.

 

Kelda: Søfart