* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Leiðarin í norska Arbeiðaraflokkinum vil ikki siga, at givist verður at leita eftir olju, um Arbeiðaraflokkurin fær valdið í Noregi.

 

Í einum kjaki norska TV2 millum floksleiðarar í politisku flokkunum týskvøldið segði leiðarin í Arbeiðaraflokknum, at tað er skilagott fyri Noreg at halda fram at leita eftir olju, har oljupallar og líknandi longu er til staðar.

 

Hann legði dent á, at Noreg hevur serliga góðan møguleika at menna eitt nýtt, grønt orkuøki, men hann vísti samstundis á, at olju- og gassídnaðurin ikki má aviklast ov brádliga, áðrenn nýggja orkuøkið er uppbygt.

 

“Um vit læsa hurðina, so hvørvur peningurin og so hvørva eisini fakfólkini,” segði Jonas Gahr Støre, formaður í norska Arbeiðaraflokkinum, í floksleiðarakjakinum.

 

Kelda: e24.no