* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Jólaskipið, Garibaldi.

2020 hevur verið eitt sera avbjóðandi ár hjá teimum flestu av okkum. Síðan byrjanina av árinum hava nógv av okkum brúkt nógv av okkara frítíð til annað enn at vera heima í frí.


Summi hava verið so ómetaliga leingi burtur, uttan at fáa møguleikan at koma heim, summi hava mist arbeiðið, í minsta lagi fyribils, og onnur hava funnið sær annað. Hjá nógvum er nógv av frítíðini farin til sóttarhald, bæði burturi og heima. Alt í alt ein torfør tíð hjá teimum flestu.


Men nú árið fer at halla, sæst ljós fyri framman. Fleiri vaksinur eru góðkendar, sum vónandi fara at basa hesi herviligu farsóttini og tí kunnu vit vóna, at støðan verður betri, áðrenn alt ov langt er liðið út á komandi árið.


Vit takka tykkum fyri, at tit hava stuðlað hvønn annan so væl í skjótt farna árinum, og at tit hava stuðlað felagið so væl í okkara átøkum.


Vit fara at ynskja tykkum og tykkara kæru eini gleðilig jól og eitt vælsignað nýtt har, við vón um at 2021 fer at fara betri við okkum.


Vegna nevndina

Dánjal Jákup

 

Áhugafelagið Antares

- samanhald er okkara styrki