
Jólaborðhald á Seglloftinum
Leygarkvøldið 3. November skipaði Antares fyri jólaborðhaldi á Seglloftinum á Tvøroyri. Martin stóð sum fyriskipari.
Hetta var helst fyrstu at Antares skipaði fyri tiltaki í Suðuroynni og tað gjørdist eitt frálíkt kvøld. Martin og eg sjálvur gjørdu av at fara suður at umboða felagið. Suðuroyarfjørður var ómetaliga blíður við okkum og blíðskapurin á Tvøroyri stóð onki aftanfyri. Fyrst á pubbini, gomlu krambúðini hjá Thomsen, og síðan á Seglloftinum, har Anna Kirstin tók ímóti. Væl duga tey at siga frá og tey gera tað eisini fegin.
Alt økið har andar av søgu. Bygningarnir, pubbin við øllum teimum gomlu lutunum og bókunum og Seglloftið. Sat eina løtu í Krambúðini og blaðaði í gomlum handilsbókum, brævaskifti og skipsdagbókum, sumt meira enn hálvtannaðhundrað ára gamalt. Á Seglloftinum varð eisini ein framsýning við einum hópi av myndum frá gomlu handilstíðini. Ein ómetaliga stórur søguligur skattur.
Tað vóru 26 fólk vóru til tiltakið. Flestu teirra sjófólk og fleiri høvdu makan við. Vit fóru til borðs um hálvgum áttatíðina. Anna Kirstin og hennara fólk høvdu dekkað eitt sera fínt borð og hon hevði eisini skipa fyri at tveir ógvuliga dugnaligir tónleikarar spældu fyri okkum, harmonika og kontrabass, so felagssangurin gekk av tí besta.
Suðuroyingar eru festligt fólkaslag, so har vóru nógvar søgur og nógvur látur.
Góður matur var eisini. Anna Kirstin hevði gjørt ein forrætt av toskaflaki við kræklingum og dild, pynta við persillu og rækjum. Tað má avgjørt viðmælast. Høvuðsrætturin var oksakjøt við øllum góðum tilhoyri. Og so okkurt søtt afturvið kaffinum. Frálíkt. Tann, sum fór svangur frá borðinum, hevði bara sær sjálvum at takka J.
Práti og sangurin gekk so hugaliga at vit varnaðust onki fyrr enn klokkan slóg midnátt og tíð var at reisa seg. Men so var bara at ganga um túnið og inn á Krambúðina, pubbina, at hugna sær víðari saman við blíðu suðringunum.
Alt fær ein enda. Eisini hetta kvøldið. Komnir umborð á Smyril, har vit høvdu fingið okkum kamar fyri náttina, vóru vit samdir um at hetta var ikki seinasta ferðin, ið vit skipa fyri tiltaki har suðuri.
So helst verður okkurt tiltak við tunnusláðing í vár. Og so sjálvandi jólaveitsla aftur næsta ár...
Martin og Eg takka gestunum og Onnu Kirstin fyri eitt frálíkt kvøld.
Dánjal Jákup
djm@antares.fo