* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Amy Bauernschmidt, kommandørur á USS Abraham Lincoln.

Fyri fyrstu ferð yvirhøvur er ein kvinna stevnd út sum bossur – Commanding Officer – á einum kjarnorkuriknum amerikonskum flogbera. Amy Bauernschmidt, kommandørur, varð sett sum fremsti oddviti á USS Abraham Lincoln í august í fjør og fór fyrsta túrin mánadagin.

 

Royndi kommandørurin hevur fyrr upplivað at koma í eitt starv sum fyrsta kvinnan nakrantíð. Hon var nevniliga eisini fyrsta kvinnan, sum varð útnevnd sum næstkommanderandi á einum amerikonskum flogbera, sama flogberanum, sum hon nú stendur á odda fyri.

 

Hon var eisini útbúgvin í fyrsta flokkinum á amerikanska flotaakademinum, sum í 1994 gav kvinnum loyvi at arbeiða umborð á herskipum og hernaðarflogførum.

 

Amy Bauernschmidt byrjaði sína arbeiðleið í amerikanska flotanum sum tyrluflogskipari, men býtti eftir 3.000 flogtímar tyrluna út við kommandobrúnna.

 

Mánadagin fór hon so avstað við USS Abraham Lincoln, sum eftir drúgva arbeiðsferð upp á 295 dagar í 2019 í Miðeystri, hevur ligið á flotastøðini í San Diego, Kalifornia.

 

Kelda: Maritime Executive / Maritimedanmark