
Japanskur reiðari ávarar um húsagangir
Meirkostnaðurin hjá reiðaríum fyri
umhvørvis-brennievni aftaná 2020 fær tær avleiðingar, at nógv fara á húsagang,
sigur forstjórin í Mitsui OSK Lines.
Komandi kravið til
sávulútlát frá brennievni frá skipum eftir 2020 fer at kosta skipaídnaðinum 50
milliardir dollarar og fer at koyra nógvar reiðarar á heysin.
Tað heldur
forstjórin í einum av heimsins størstu reiðarísamtøkum, Mitsui OSK Line (MOL) í
Japan. Hann ávarar í einari samrøðu við Financial Times um avleiðingarnar av
kostnaðarmikla brennievninum við lágum svávulinnihaldi, um reiðarar ikki senda
rokningina víðari til viðskiftafólk ella heimssamfelagið sum heild.
Sambært
MOL-forstjóranum, Junichiro Ikeda, átti tað at verið ein altjóða
samfelagsuppgáva at fíggja kostnaðarmikla brennievnið í farmaflutninginum.
Haraftrat eiga viðskiftafólkini at skilja, at minni svávul í brennievninum
ávirkar heimsheilsustøðuna, og kostnaðirnar fara tískil at hækka.
Ikeda heldur, at
eykakostnaðurin av kostnaðarmiklara brennievninum ikki verður so nógvur, um
hann verður sendur víðari til viðskiftafólkini – í mun til virðið á farminum.
Mitsui OSK Lines
hevur saman við tveimum øðrum japanskum reiðaríum, NYK og K Line, lagt teirra
bingjuvirksemið saman í nýggja Ocean Network Express (ONE).
OECD metir, at eyka
kostnaðurin við nýggju svávulkrøvunum fer at kosta bingjureiðaríunum einar 5-30
milliardir dollarar, meðan altjóða ráðgevarafyritøkan, Wood Mackenzie, heldur,
at kostnaðurin fer at tátta upp í 60 milliardir dollarar.
Kelda:
ShippingWatch