
Tveir havnaarbeiðsmenn fingu brádliga skund við at koma sær burtur, tá 60.500 dwt stóra Hakata Queen við alt ov nógvari ferð eftir liðini rak móti einum betongmola, teir báðir stóðu á.
Í eini sjónvarpsupptøku hoyrast óttafullu menninir rópa hart, tá skipið við 30.000 tonsum av koli sekund seinni brestur inn í molan.
Ein sleipibátur, sum lá fyri akker við molan, varð skumpaður burtur, tá skipið rakti og knústi molan. Meðan sponsku eiðirnir fuku um oyrini, sæst ein av manninginil aftan fyri lúnningina í stevninum á skipinum.
Hvat tað var, sum hendi Hakata Queen, er ógreitt, men havnamyndugleikarnir í Barranquilla í Kolumbia hava sett eina kanning í verk.
Skipið var á veg til Richards Bay í Siðurafrika, men liggur nú fyri akker uttan fyri Barranquilla.
Kelda: TradeWind
Sí sjónvarpstøku niðanfyri!