* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Japan umhugsar at senda herskip í Flógvan

Japan umhugsar nú møguleikan at vera við í einari komandi altjóða flotadeild, sum skal verja skipaferðsluna gjøgnum Hormuzsundið. Men tað fer ivaleyst at krevja lógarbroyting í friðarhugaðu ella pasifistisku støðuni hjá landinum.

 

Í sambandi við seinna heimsbardaga bannar japansk lóg luttøku í offensivum hernaðaratsóknum, og japanskar hermegir hava bert loyvi at nýta vápn í sjálvverju.

 

Skip, sum japansk reiðarí eiga, hava verið teirra millum, sum hava verið rakt av atsóknum – millum annað undirvatnsbumbum, nærindis Hormuzsundið.

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur skotið upp at skipa eina altjóða verjustyrki í Flógvanum, og tað er hetta, sum japanska stjórnin nú umhugsar.

 

Kelda: Maritime Danmark