USA royndi at mutra skipara


















Eftir øllum at døma
royndi USA ar mutra skiparan á iranska tangaskipinum, Adrian Darya 1, um hann
vildi sigla skipið til eitt land, sum vegna USA vildi leggja hald á tað. Tað
skrivar Financial Times.



 



Tilboðið at rinda skiparanum, Akhilesh Kumar, fyri at sigla
skipa hagar, sum USA onkursvegna kundi fáa hendur á tí, varð sambært Financial
Time givið í einum telduposti. Telduposturin varð sendur skiparanum frá Brian
Hook, sum situr ovarlaga í amerikanska uttanríkismálaráðnum.



 



- Vit hava oyðilagt iranska oljuútflutningin uppá styttri sikt.
Vit arbeiða tætt saman við maritima samfelagnum fyri at oyðileggja og forða
fyri ólógligum oljuútflutningi, sigur Brian Hook við Financial Times.



 



Iransksi uttanríkisráðharrin, Zarif, er í øðini inn á
amerikanarar. Tað sæst á Twitter:



 



”Eftir at royndirnar sum sjóránarar miseydnaðust, er USA
farið yvir til fíggjarlig svikabrøgd – gev okkum iransku oljuna og fá fleiri
milliónir dollarar afturfyri.”



 



Skipið gjørdist heimskent eftir at bretsku myndugleikarnir
løgdu hald á tað við Gibraltar, og høvdu tað undir eftirliti í fleiri vikur.



 



Síðani tað var latið leyst, hevur tað siglt runt har eysturi
í Miðjarðarhavinum. Seinasta knattstøðan hjá Ardian Darya 1 var stutt út fyri
Sýria.



 



Kelda:
Maritime Danmark/TradeWinds/Financial Times