Titanic verður nú gjørt í LEGO

Heimsins kendasta skip, Titanic, fer í framtíðini at fáast sum LEGO-sett. Upplúst verður, at LEGO-modellið fer at líkjast upprunaliga skipinum fullkomiliga.

 

Ógvuliga væl líknandi LEGO Titanic-setti verður eitt tað størsta LEGO-modellið nakrantíð, sum fólk altso kunnu keypa at byggja. 9.090 brikkar kunnu undirhalda “skipasmiðirnar” í longri tíð.

 

Titanic var, og er framvegis í dag, kent fyri sín stórleika á øllum økjum. Fyrst var skipið stórt í sjálvum sær, men innrættingin, møplar og líknandi var eisini á óvanliga høgum stigi, hábærsligt og vakurt.

 

Og LEGO livir upp til hábærsliga originalin. Umframt at líkjast Titanic akkurát, tá tú sært tað, so fært tú eisini uppgávuna at innrætta tær seks hæddirnar, seta hábærsligu trappurnar upp, ja, heilt niður í maskinrúmið sleppur tú. Her skalt tú seta stóru maskinuna upp.

 

- Tá Titanic fór av bakkastokki, var skipið eisini ógvuliga framkomið á nautiska økinum, hetta størsta farið í heiminum, sum altso kundi flyta seg frá A til B. Og tað hevur verið ómetaliga spennandi at smíða hetta skipið við LEGO-brikkum, har vit hava brúkt tekningar, sum vórðu gjørdar fyri meira enn 100 árum síðani, sigur leiðarin fyri sniðgeving hjá LEGO, Mike Psiaki.

 

LEGO-modellið av Titanic verður 1,3 metrar langt.

 

Kelda: gCaptain