Suezveitin sett nýtt met

Hin 29. september sigldu meira enn 87 skip gjøgnum Suezveitina, og tað er nýtt met. Metið undan hesum varð sett í februar 2019, og tá sigldu 75 skip gjøgnum veitina ein dag. Flestu skipini sigldu norðureftir.

 

Fremst í skiparøðini, sum sigldi norðureftir 29. sepbember, var bingjuskipið MSC Anna, sum var á veg úr Saudiarabia til Egyptalands. Í skipafylginum vóru 49 skip við 2,8 milliónir tonsum íalt.

 

Bingjuskipið MSC Istanbul, sum var á veg úr Marokko til Singapor, sigldi á odda í skipafylginum, sum sigldi suðureftir.

 

18 bingjuskip, 26 bulkskip, 18 oljutangaskip og 10 tangaskip við flótandi natúrgassi vóru millum mongu skipini, sum hendan dagin sigldu gjøgnum Suezveitina.

 

Kelda: Maritimedanmark