Stór ferja sleit í ódnarveðri í Bretlandi

Nýggja ferjan hjá Brittany Ferries, Galicia, sleit í ódnarveðri í Bretlandi í vikuskiftinum. 41.000 bt stóra ferjan rak tvørturum havnina í Portsmouth, áðrenn hon strandaði.

 

Tað var um 3-tíðina seinastu sunnunátt, at sterkar hvirlur gjørdu, at endarnir á stóru ferjuni slitu, og skipið rak tvørturum havnina. Sambært Brittany Ferries strandaði ferjan við Whale Island beint uttanfyri ferjuleguna, meðan skipari og manning stríddust við at fáa tamarhald á støðuni.

 

Tríggir sleipibátar togaði seinni skipið leyst, og hjálptu við at fáa tað aftur til bryggju. Ongin fekk løstir í óhappinum, sum heldur ikki endaði við nøkrum leka, upplýsir havnameistarin í Portsmouth.

 

Galicia er smíðað á Jinling-skipasmiðjuni í Kina og varð handað reiðarínum í september mánað, áðrenn tað var sett í drift í desember í ár.

 

Við sínum 215 metrum til longdar er Galicia longsta ferjan, sum nakrantíð er smíðað til eina farleið til Portsmouth.

 

Tað skrivar maritimedanmark.dk.