Spanskt herskip argar við Gibraltar


















Eitt spanskt herskip sigldi sunnudagin inn í
bretskan sjógv við Gibraltar. Har gav herskipið tveimum skipum, sum lógu fyri
akker, boð um at fara haðani, tí tey skuldu eitast at liggja í sponskum sjógvi.
Manningin á skipunum, ið lógu fyri akker, noktaðu at flyta skipini.



 



Um tað er rokilsi
kring Brexit, sum spanski herurin roynir at gera sær dælt av, nú tónalagið
mótvegis Bretlandi herðist, ella um talan var um eitt spanskt herskip, sum ikki
visti, hvar tað var statt, er óvist.



 



Bretsku
herdeildirnar á Gibraltar svaraðu umgangandi aftur og sendu eitt skjóttgangandi
skip og ein gummibát á staðið. Her varð staðfest, at spanska herskipið,
Tornado, var statt í bretskum sjóøki, men sigldi spakuliga út í altjóða sjógv.



 



Bretsk skip
sigldu aftaná bretska herskipinum, til tað aftur var í altjóða sjógvi.



 



Spanskar stjórnir
hava í mong ár ilskast um, at Bretland heldur fast við, at Gibraltar er partur
av Stórabretlandi, hóast fjallahálvoyggin frá náttúrunar hond hoyrir til
Spania.



 



Bretar halda fast
við, at so leingi, sum íbúgvarnir á Gibraltar ynskja tað, verður Gibraltar
bretskt.



 



Kelda: Maritime Danmark