Skiparin doyði í samanstoyti við brúgv

Sunnunáttina doyði skiparin á einum fronskum farmaskipi, tá stýrhúsið, hann stóð í, ikki sum ætlað lækkaði/fór niður, tá skipið skuldi undir eina brúgv. Vanlukkan hendi í Donzére-Mondragon-veitini har suðuri í Fraklandi.

 

Fronsku myndugleikarnir eru í ferð við at kanna, um stýrhúsið, sum hevði eina serliga lyftskipan, fór í baklás, ella um skiparin gloymdi at lækka stýrhúsið.

 

Ferðslan í veitini varð steðgað eftir vanlukkuna, men hon varð tikin uppaftur sunnudagin, tá tað eydnaðist at sleipa 80 metrar langa farmaskipið, André-Michel 1, inn til áarbakkan.

 

Skiparin var fraklendingur, meðan hinir 8 av manningini vór ukrainar. Tað var bara skiparan, vanlukkan gekk út yvir.

 

Farmaskipið kom úr Miðjarðarhavinum og var á veg móti Lyon, tá vanlukkan hendi.

 

André-Michel 1 varð smíðað í 1986 og skrásett á Malta. Skipið hevur fyrr verið í óhappum. 

 

Kelda: Maritimedanmark