Sjórænaraálopini vaksa í tali

Talið á sjórænaraálopum og vápnaðum álopum á heimshøvunum vuksu fyrstu níggju mánaðirnar í ár við 10 prosentum. Tað skrivar Internationale Maritime Bureau (IMB). Serliga Vesturafrika er hart rakt.

 

Fyribils er boðað frá 132 álopum higartil í ár. Somu tíð í fjør var talið 119. Í flestu førum snýr tað seg um rænarar, sum eru gingnir upp á skip, og úrslitið av tí er aloftast gíslatøka ella fólkarán, skrivar IMG.

 

Maritimedanmark.dk skrivar, at vøksturin í talinum á fólkaránum hendir í Guineavíkini, og IMB ávarar tískil um, at sjórænarar í økinum eru væl skipaðir og fara eftir øllum sløgum av skipum.

 

Av 85 fólkum, sum eru rænd í ár, eru 80 tikin í Guineavíkini í 14 álopum.

 

Kelda: IMB / Maritimedanmark