Ruðuleikin við farmaflutningi heldur fram langt inn í 2022

Eingi útlit eru til eina skjóta loysn á alheims flutningsketunum. Nógvir mánaðir fara at ganga, áðrenn fløskuhálsarnir verða loystir, og komið verður ivaleyst til komandi summar, áðrenn vørustreymurin aftur verður sum vanligt.

 

Tað metir ein røð av fyritøkum í shippingvinnuni, skrivar Jyllands-Posten.

 

- Støðan á marknaðinum heldur fram við størri ótryggleika enn vanligt orsakað av stórum eftirspurningi, órógv og fløskuhálsum í alheims logistikkketunum. Og alt stavar fa alheims koronufarsóttini, sigur Maersk við blaðið.

 

Heldur ikki í havnunum duga tey at síggja nakra loysn í bræði.

 

- Vit vænta, at skroypiliga støðan heldur fram næstu seks til átta mánaðirnar, sigur Axel Mattern, leiðari í havnarfelagnum Port of Hamburg Marketing, við Jyllands-Posten.

 

Fløskuhálsarnir gera tað trupult hjá fyritøkunum bæði at fáa rávørur og framleiðslur av ymsum slag fram til tíðina, samstundis sum longu bíðirøðirnar av skipum taka orku út úr marknaðinum, og trýstir kostnaðirnar himmalhøgt.

 

Nógv reiðarí frøðast um metstóru inntøkurnar, meðan havnir boða frá minkandi umsetningi.

 

Kelda: Jyllands-Posten / Maritimedanmark