Orkumangul sendur prísin á koli himmalhøgt

Prísurin á væl kenda “Newcastle Coal” hækkaði fríggjadagin í farnu viku til tað hægsta nakrantíð.

 

Í einari tíð, har veðurlagið er ovarlaga á dagsskránni, kann tað undra, at kostnaðurin á koli er methøgur.

 

Prísurin á ofta vegleiðandi “Newcastle-kolinum”, sum verður lossa í havnini í Newcastle í Avstralia, var fríggjadagin í farnu viku 203,20 dollarar fyri tonsið, og tað er tað hægsta nakrantíð, skrivar Bloomberg News. Kostnaðarmetið undan hesum var sett í juli 2008.

 

Newcastle Coal er mesta nýtta kolið í Asia, sum er tann parturin av heiminum, ið nýtir kol mest. Á hesum øki er Kina hart rakt av orkumanguli, og tað hevur trýst eftirspurningin eftir koli, eftir at eisini gassprísurin er farin á himmalferð.

 

Shippingwatch skrivar, at varaforsætisráðharrin í Kina, Han Zheng, fyrr í farnu viku gav orkurisunum í landinum boð um at tryggja veiting til landið, so fólkið klárar seg gjøgnum veturin “fyri einhvønn prís”, og kolanámini fingu samstundis loyvið at grava víðari, hóast farið er upp um kvoturnar.

 

Hóast Kina framleiðisr kol, so innflytir landið eisini nógv kol.

 

Kelda: Shippingwatch