Nýggj útbúgving til ferju-navigatør væl umtókt

Nýggja útbúgvingin til ferjunavigatør, sum sjómansskúlin í Marstal tekur sær av, er byrjað væl. Tíggju lesandi hava júst tikið fyrsta part av útbúgvingini, og tey skulu nú í starvsvenjing. Men tað hevur verið ein avbjóðing at finna starvsvenjingarpláss til øll.

 

- Tá vit boðaðu frá nýggju útbúgvingini, vendu umleið 40 áhugað sær til okkum, og vit kundu í grundini tikið fleiri enn tey tíggju inn á útbúgvingina. Trupulleikin var at finna pláss til starvsvenjing umborð á ferjunum, sigur Helle Bak Poulsen, rektari á Marstal Navigationsskole.

 

- Fyri at avmarka trupulleikan fara vit at arbeiða fyri, at fáa pláss til starvsvenjing á eitt sindur størri ferjum enn teimum verandi 500 tonsunum, sigur Helle Bak Poulsen.

 

Núverandi kravið um at ferjurnar, sum geva pláss til starvsevnjing, skulu vera undir 500 tons, hevur millum annað havt við sær, at nýggjasta ferjan í lokaløkinum hjá skúlanum, Ærøxpressen, sum siglir millur Marstal og Rudkøbing, ikki kann bjóða starvsvenjingarpláss. Tann ferjan er nevniliga ov stór við sínum 600 tonsum.

 

Kelda. Maritimedanmark / Søsiden / Fyns Amts Avis