Norski Oljugrunnurin útihýsir fýra kinesisk feløg

Norges Bank hevur avgjørt at útihýsa fýra feløg frá “Statens pensjonsfond utland” ella sonevnda Oljugrunninum.

 

Orsøkin til at høvuðsstýrið hevur gjørt av at útihýsa kinesisku feløgini er, at tey verða søgd at vera ov stórur vandi fyri álvarsligum umhvørvisskaða.

 

Feløgini, sum verða útihýst, eru China Traditional Chinese Medicine Holdings Co Ltd, Beijing Tong Ren Tang Chinese Medicine Co Ltd, Tong Ren Tang Technologies Co Ltd og China Grand Pharmaceutical and Healthcare Holdings Ltd, upplýsir Oljugrunnurin.

 

Samstundis hevur høvuðsstýrið í grunninum strikað stongsulin av Hanwha Corp. Felagið hevur verið útihýst síðan 2008 grundað á, at felagið framleiddi sonevnd tyssivápn ella “klyngevåben”, sum danir rópa tað.

 

Avgerðin er tikin, eftir at Etiska Ráðið í Noregi hevur upplýst, at felagið ikki longur framleiðir slík vápn.

 

Kelda: e24.no