Norski handilsflotin var bundin av útlendingum undir krígnum

Handilsskipini vóru besta ískoytið hjá Noregi til sigurin í 2. heimsbardaga. Men millum manningarnar vóru fleiri útlendingar enn higartil hildið. Kinverjar kundu arbeiða umborð í eitt hálvt ár, uttan at reiðaríið hevði skrivað navn teirra upp ella skrásett teir á nakran hátt.

 

Fyri kríggið og fyrstu krígsárini var vanligt at útvega heilar manningar við kinverjum samstundis. Men bara onkur leiðari teirra varð skrásettur. Tað riggaði í friðartíð, men so hvørt sum skip vórðu søkt ella á annan hátt hvurvu, gjørdist tað ógvuliga trupult hjá teimum avvarðandi.

 

D/S Woolgar frá Tønsberg var eitt av skipunum, sum høvdu nógv sjófólk úr Kina umborð, tá japansk flogfør lupu á tað uttanfyri oynna, Java, í Indonesia hin 7. mars 1942. Ein partur av norsku- og evropisku manningi kom frá bumbingini – og teimum 88 samdøgrunum í bjargingarbátum – á lívi.

 

Manningina D/S Woolgar var upp á 48, og av teimum 38 kinverjunum umborð, doyðu 37 teirra, tá skipið varð bumbað, tá bjargingarbátarnir vórðu settir út ella meðan teir vóru í bátunum teir 88 dagarnar, og skotið varð eftir teimum.

 

Eina tí varð hildið, at allir kinverjarnir doyðu, men eftir kríggið vísti tað seg, at ein teirra kortini varð komin frá hendingini á lívi.

 

Bjørn Tore Rosendahl, sum starvast á “Norsk senter for krigsseilerhistorie”, sigur, at norski handilsflotin gjørdist meira og meira bundin av útlendskum sjófólkum fyri yvirhøvur at kunna sigla.

 

“Tað vóru í hvussu er einir tveytúsund kinverjar umborð á norskum handilsskipum, kinvverjar, sum vit ikki hava nøvnini á,” sigur Bjørn Tore Rosendahl, søgufrøðingur.

 

Kelda: NRK