Norska Skundrutan til Afrika

Skundrutan ella Hurtigrutan, sum norðmenn rópa hetta reiðaríið, er eitt av fremstu reiðaríunum í heiminum innan reikaferðaskip, sum gera rannsóknarferðir. Næsta ár verður hetta einasta felagið, sum fer at granska afrikonsku vesturstrondina.

 

“Hurtigruten Expeditions” hevur higartil lagt seg eftir at gera rannsóknar-reikferðir í arktiskum økjum og fram við norsku strondini, men gestirnir hava eisini sóknast eftir ferðum til heitari økir.

 

Tískil fer reiðaríið nú at gera ferðir til afrikonsku vesturstrondina og heilt serliga skergarðin við Bissagosoyggjarnar og Kapp Verde.

 

Ein rannsóknarreikferð upp á 13 dagar verður í næsta ár gjørd til fýra lond: Kapp Verde, Gambia, Guinea-Bissau og Senegal við reikferðaskipinum Spitsbergen. Byrjað verður í Dakar, høvuðsstaðnum í Senegal.

 

Skundrutan boðaði eisini herfyri frá ransóknarreikferðum alt árið til Galapagosoyggjarnar, og hesar ferðirnar byrja tíðliga í 2022.

 

Kelda: Maritimt.com