Norra er heimsins fjórðstørsta farmaskipatjóð mett eftir virði

Norra er framvegis á fjórðaplássinum sum heimsins størsta farmaskipatjóð mett upp á virði. Framanfyri eru framvegis Kina, Japan og Grikkaland. Síðan koma Norra og USA.

 

Í norska flotanum er tað fyrst og fremst virðið í frálandsvinnuni , sum telur, og bara USA hevur ein flota við hægri virði enn norski frálandsflotin.

 

Mett verður, at virðið á heimsflotanum í stórum verður tað sama við endan á 2022 sum hann er í dag, eisini norski flotin.

 

Útlendski flotin, sum norðmenn hava havt eftirlit vi seinastu árini, er vaksin nógv bæði í tonsatali og í skipatali. Mált í tonsatali er norski flotin eisini hetta seinasta árið vaksin eitt vet.

 

Frá januar 2021 vóru í alt 1.783 skip við einum samlaðum tonsatali upp á 51,1 milliónir tons deyðvekt í norska flotanum. Í 2019 og 2020 vaks flotin við umleið 9 prosentum.

 

Norska altjóða skipaskrásetingin (NIS) vaks hetta sama tíðarskeiðið við 79 skipum, og 1. janur í 2021 vóru 691 skip skrásett í NIS.

 

Kelda: Rederi.no