Noreg: 120 milliónir til grøna skiftið í sjógætisvinnuni

Norski matvøruráðharrin og norski granskingaráðharrin høvdu 120 milliónir norskar krónur (slakar 90 milliónir danskar krónur) við sær til verkætlanina, ZeroKyst, í Tróndheimi í gjár. Umvegis ZeroKyst skal eitt norskt samtak millum annað vísa á vetnis –ravlaðsloysnir til skip og flytandi orkukeldur til fiski- og alivinnuna.

 

Peningurin stavar frá “Grønn Plattform”, sum gevur fyritøkum og granskingarstovnum stuðul til gransking og nýmenning innan økið “grønur vøkstur”. Endamálið er at fáa til vega grøn arbeiðspláss við burðardyggari framtíð.

 

“Hetta er grønt skifti í praksis. Her verður samstarvað breitt við bæði granskarum, orkuveitarum, ídnaðinum og reiðaríum til tess at finna bestu loysnirnar. Vit skulu vinna pening upp á grøna skiftið, og hendan ætlanin hevur stórar møguleikar fyri virðisøking og útflutningi, sigur norski matvøruráðharrin,” Iselin Nybø.

 

Í samtakinum eru 12 ídnaðar- og granskingarsamstarvsfelagar úr allari virðisketuni. Tað er Selfa Arctic AS í Tróndheim, sum stendur fyri ætlaninini.

 

“Við ZeroKyst skulu vit skapa virðisøking og útflutning gjøgnum grønan vøkstur. Vit skulu prógva, at bæði nýggj og verandi skip í sjógætisvinnuni kunnu broytast soleiðis, at tey einki útlát hava, og syrgja fyri, at útlátið frá fiskarí- og alivinnuni minkar 50 prosent áðrenn 2030,” sigur Erik Iansen, sum eigur Selva Arctic AS.

 

Kelda: Maritimt.com