Maersk Line ongar ætlanir um LNG

Maersk Line fer at halda seg til góðar tryggar loysnir og fer tí at brúka brennievni við lágum svávulinnihaldi og sostatt ikki fara yvir til LNG-rikin skip, sum CMA CGM júst hevur kunngjørt, at teir fara at gera við sínum nýggju risaskipum.

“Tað eru framvegis nógvir ósvaraðir tekniskir spurningar um, hvussu ein slík loysn passar inn og hvussu útreiðslueffektiv hon verður innan tíðarhvarvið, vit hava til skiftið til lágt svávulinnihald,” sigur tekniski stjórin hjá Maersk Line, Vincent Clerc, í samrøðu við TradeWinds.

“Okkara sjónarmið hevur fyribils verið at finna eina loysn eisini fyri okkara verandi flota og ikki bert fyri tey fáu skipini, sum vit fara at økja okkara flota við. Vit umhugsa at fara yvir til brennievni við lágum svávulinnihaldi, ið lýkur lógina. Hetta er ein loysn, ið hóskar til allan okkara flota,” sigur Maersk Line stjórin.

Vincent Clerc leggur dent á, at reiðaríið fylgir væl við gongdini og fer at hyggja at LNG-loysnum, tá stundir aftur vera til at bíleggja nýggj skip - ella tøkniligu framstigini hava gjørt tað áhugavert at umbyggja verandi skip til LNG.

Kelda: TradeWinds